Klæði, ið eru vætuvard, impregnerað, kunnu innihalda flourerað evni (PFOA). Bromeraðir flammutálmarar eru møguliga brúktir fyri at gera klæði minni eldfim. Metal, sum blýggj og krom, kunnu vera í litevnum. Krom er eisini í ull, ið er ‘krombeisað’ fyri at broyta eginleikarnar. Ftalat (DEHP) eru evni, sum gera plast bleytari, og sum kunnu vera í plastprenti á klæði og í eftirgjørdum leðri úr PVC. Klæði innflutt úr londum uttanfyri ES, kunnu innihalda nonylphenol frá vasking ella liting.
Leivdir av ymiskum evnum, sum t.d. týna skordýr og forða fyri roti, kunnu eisini vera í klæðum, t.d. dimetylfumarat (DMF), ið varð bannað í ES í 2009. DMF kann millum annað elva til ógvusligt ovurviðkvæmi.
Klæði kunnu eisini innihalda silvur, ið tálmar bakterium, t.d. triklosan. Í slíkum førum er klædnavørurnar ofta merkt “antibakteriell” ella líknandi. Silvur er umhvørvisskaðiligt og ovurnýtsla av silvuri kann møguliga elva til, at bakteriur gerast mótstøðuførar ímóti antibiotika. Lat tí helst verða við at keypa slíkar klædnavørur.
|
|
|
Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarligar klædnavørur. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:
|
Klædnavørur, sum eru reinar og heilar, og sum onnur kunnu endurnýta, kunnu latast til endurnýtsluhandlar (t.d. Bláa Kross, Reyða Kross og Iktys) ella til loppumarknaðir.
Klæði, sum ikki kunnu endurnýtast, kunnu burturbeinast sum vanligt húsarhaldsburturkast.
Les meira um burturbeining av burturkasti her.
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo |
|